Tað endaði væl, tá Føroyar skoraðu tvey mál í seinna hálvleiki og vunnu ein uppibornan 2-1 sigur.
Føroyar vunnu 2-1 á Tórsvølli í dystinun, sum á pappírinum er tann lættasti í hesum bólkinum. Fyrri hálvleikur var ikki sannførandi og Gibraltar kom eisini á odda 1-0 eftir eitt vælspælt álop. Bæði liðini høvdu møguleikar til mál. Nærmast var Viljormur Davidsen, sum skeyt á stongina.
Í seinna hálvleiki tóku Føroyar heilt yvir og trýstið bleiv stórt á málið hjá Gibraltar. Árni Frederiksberg javnaði við beinleiðis hornasparki í 71. minutti og í 86. minutti avgjørdi innskifti Patrik Johannesen eftir innlegg frá Jóannes K. Danielsen í frálíkum álopi. 2-1 gjørdist úrslitið og so kundu føroysku áskoðararnir fara væl nøgdir til hús. Á føroyska liðnum gjørdu fleiri av innskiftu leikararunum góðan mun. Eitt nú Jóan Símun Edmundsson, sum sannlíkt sær landsliðsboð aftur.
Føroyska venjaratoymið fekk eina góða byrjan á heimavølli, men tað stóð nógv á. Og hyggja vit søguliga, so hevur tað mangan verið akkurat, tá lið sum Andorra og Malta hava vitjað í Føroyum. Føroyar hava stórt sæð ongantíð ein favoritt leiklut og hesin tykist ikki verða so lættur at bera, tá hann einaferð kemur.
Stigini telja og tey fløva, tí landsdystir eru ikki aftur fyrr enn í september, tá Kroatia vitjar.