Var tað ein undankapping til EM-endaspæl, har 32 lið sluppu við, so høvdu Føroyar sloppið til endaspæl.
54 lond í Evropa kappaðust um at sleppa til HM-endaspælið. Russland er 55. landið, sum er útihýst í løtuni. 16 lond frá Evropa sleppa til HM.
Um vit rokna teir 12 bólkarnar hesa undankappingina um til stig pr. dyst fyri at finna lutfallið millum trý-arnir, tí seks bólkar høvdu fimm lið, meðan hinir seks høvdu fýra lið, so síggja vit, at Føroyar vóru 5. besti trý-ari og tað gevur eina endastøðu sum nummar 29, um man roknaði tað um til eina stigatalvu fyri tey 54 londini.
Til seinastu EM-endaspølini hava 24 lond spælt, og tað verða tað eisini framyvir. Tað verður ikki komandi undankapping, at trý-arin fær møguleika at koma til EM, tí nøkur pláss fara til at spæla um í Nations League. Føroyar koma at spæla í deild c í 2026 og eydnast tað at vinna bólkin, so er møguleiki fyri at koma til play-off um pláss í endaspælinum. Tað veldst um, hvussu bólkavinnararnir omanfyri fara at klára seg í undankappingini til EM 2028. Tí er Nations League kanska besti møguleikin hjá Føroyum at koma í endaspæl. Lutakastið verður 12. februar.