Føroyar høvdu møguleikar at skora, men tað endaði við, at Danmark vann 2-0.
Danmark vann 2-0 við málum tíðliga í hvørjum hálvleikum. Føroyar spældu ein góðkendan dyst og høvdu eisini sínar møguleikar. Einaferð bjargaði danskur verjuleikari á mállinjuni, men nærri enn tað komu føroyingar ikki.
Samanlagt var tað í lagi, at Danmark vann við tveimum mál útfrá leikgongdini. Tvey mál er tað minsta, sum Danmark hevur skorað á heimavølli móti Føroyar í fýra dystum.