Í løtuni bendur nógv á, at Føroyar varðveita plássið í deild c í Nations League, hóast Føroyar møguliga enda aftast í bólkinum.
Orsøkin er, at í deild d eru bara seks lond, sum spæla í tveimum bólkum. Vinnararnir flyta upp í deild c, meðan 2’arnir spæla play-off móti teimum báðum bestu 4’arunum í deild c. Og við trimum stigum liggja Føroyar í løtuni sum besti 4’arin av teimum fýra liðunum, sum liggja aftast í teimum fýra bólkunum í deild c. Føroyar hava trý stig, Luksemborg hevur tvey stig, meðan Aserbadjan og Litava einki stig hava. Tí skal nógv broytast síðstu tvey umførini, um Føroyar ikki skulu enda millum teir báðar bestu 2’arnar.
Í deild d er kappingin spennandi um fremsta plássið, men endaði kappingin nú, so skuldu Føroyar møtt San Marino ella Malta til play-off dyst, og har eiga Føroyar at hava góðan møguleika at vinna samanlagt yvir tveir dystir.
Play-off dystir verða 26. og 31. mars. Ein á heimavølli og ein á útivølli.