Tað eydnaðist eisini hesaferð at fáa fulla úrtøku hjá U21-landsliðnum, sum ongantíð áður hevur fingið slíka byrjan uppá eina undankapping.
Torino-leikarin Dávid Reynheim skoraði einasta málið í dystinum eftir innlegg frá Heina Sørensen og hóast Luksemborg hevði stórt trýst á føroyska liðnum í pørtum av dystinum og eisini misnýtti eitt brotsspark, sum stórspælandi Hans Jákup Arngrímsson bjargaði, so helt 1-0 sigurin heim.
Í oktober vitja Ísland og Frakland í Føroyum og longu tá kann hetta U21-landsliðið taka stigametið, sum er 11 stig afturi í 2010.