U21-landsliðið spælir undankappingardyst í Íslandi hóskvøldið. Føroyar vunnu á Estlandi í einasta dystinum í bólkinum higartil.
Teir 12 útisetarnir hjá Íslandi umboða liðini Hoffenheim (Týskland), AaB( Danmark), Istra (Kroatia), Brann (Norra), Kolding (Danmark), Helmond Sport (Holland), GAIS (Svøríki), Aberdeen (Skotland), Viking (Norra), Stockport (Ongland) og Odd (Norra).
Føroyar eru eisini væl við nú, tí fimm útisetar eru í føroyska hópinum. Teir spæla fyri Egersunds (Norra), Torino (Italia), Kristiansund (Norra), Våsterås (Svøríki) og Ranheim (Norra).
Dysturin í Íslandi byrjar hóskvøldið kl. 18.00 og verður vístur á Rás 1 í Televarpinum.