Lutakastið til komandi EM-undankapping verður hósdagin 6. februar.
51 lið eru við og talan verður um seks bólkar við seks liðum og tríggir bólkar við fimm liðum.
Føroyar eru farnar ein styrkisbólk upp og eru í styrkisbólki fýra eftir góð úrslit síðstu árini. Tað merkir, at Føroyar fáa eitt ella tvey lið, sum eru styrkismett veikari.
U21-landsliðið komandi undankapping verður fyri leikarar, sum eru føddir í 2004 ella seinni. Tað verður tí stór útskifting. Men leikarar sum Áki Samuelsen og Heini Sørensen hava framvegis aldur.
Føroyar hava eins og hjá A-landsliðnum ongantíð møtt Onglandi á U21-stigi. Tað er kanska ynkismótstøðuliðið úr hægsta styrkislagi. Lee Carsley er venjari hjá Onglandi, meðan Ashley Cole er hjálparvenjari. Millum kendu leikararnar sum eru føddir í 2004 ella seinni eru Archie Gray (Tottenham), Dane Scarlett (Tottenham), Tyler Dibling (Southampton), Lewis Hall (Newcastle, tó longu á A-landsliðnum), Rico Lewis (Manchester City, tó longu á A-landsliðnum), Adam Wharton (Crystal Palace, tó longu á A-landsliðnum), Kobbie Mainoo (Manchester United, tó longu á A-landsliðnum), Jamie Gittens (Dortmund). Afturat hesum skal ein rokna við, at onkur nýggj kend núverandi ella komandi nøvn, sum kanska ikki eru tey kendastu júst nú, verða við, tá slíkir dystir verða.