At NSÍ hevur fingið sína bestu byrjan nakrantíð sást aftur í nærumhvørvinum.
Til síðstu dystirnar hjá NSÍ hava vit sæð, at Guliganz-áskoðararnir hjá NSÍ hava yvirtikið leiklutin sum teir mest sjónligu áskoðararnir í føroyskum fótbólti. Ein sannur 12. maður, sum setur góðan dám á dystirnar. Hetta hava vit sæð áður hjá t.d. 07 Vestur og B68 síðstu árini og hjá KÍ afturi í 2016, meðan tað hjá hinum sum oftast er til einstakar dystir sum t.d. steypafinalu, at áskoðaraparturin lyftir seg.
NSÍ heitir á sínar áskoðarar um at møta upp í gulum. Eisini tí, at videoupptøkur skulu brúkast til ein nýggjan NSÍ-sang. NSÍ skipar fyri upphiting áðrenn dystin og niðanfyri hevur NSÍ víst á, hvar parkeringspláss eru, nú tað væntast fleiri áskoðarar enn vanligt.
Norðoyingar møta helst eisini mannsterkir upp og fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, skipar fyri ókeypis bussi til toppdystin.
Toppdysturin NSÍ-KÍ byrjar fríggjakvøldið kl. 20.00.