Stór undirtøka var fyri avgerandi aðalfundinum hjá Skála í kvøld. Og tað vóru góð tíðindi, tí Skála fekk mannað nýggja nevnd og økt talið av starvsnevndarlimum frá trimum og upp í seks. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Skála skrivar soleiðis:
Aðalfundurin 2020
Í kvøld varð aðalfundurin hjá Skála ÍF hildin. Fundurin varð hildin í Skálastovuni, sum tó var í minna lagi til at hýsa øllum teimum 60-70 fólkunum, ið vóru møtt á fundi.
Frammanundan fundin var greitt at felagið hevur avbjóðingar á ymsum økjum, men tað tyktist sum tað millum limirnar er ein vilji til at lyfta uppgávuna at føra felagið framá.
Fundurin bleiv settur og Kristmund Johannesen valdur til fundarstjóra. Rógvi Reinert Djurhuus greiddi síðan frá gongdini í felagnum seinasta árið, stuðlaður av Per Mikkelsen, ið greiddi frá ungdómsarbeiðinum, og Anniku Klein, ið greiddi frá virkseminum hjá Betri kvinnunum.
Síðan bleiv roknskapurin framlagdur. Felagið hevur havt eitt fíggjarligt tungt ár í 2019, men fíggjarætlan og raksturin fyri 2020 er tilrættislagdur soleiðis at felagið skal koma út við skinninum á nøsini í ár. Roknskapur og fíggjarætlan bleiv góðkend av fundinum.
Eftir tað var nevndarval til starvsnevnd og ungdómsnevnd, og ásetan av limagjaldi. Rógvi Reinert Djurhuus kunngjørdi á fundinum, at hann ynskti at taka seg úr starvsnevndini. Hinir nevndarlimirnir vóru sinnaðir at halda áfram, men harumframt skuldu tómu nevndarsessirnir í starvsnevndini mannast. Fundurin skjeyt upp at velja Malenu Jacobsen, Inga Hansen, Teitur Reinert Joensen og Boga Kallsberg, ið øll eru nývald í nevndina. Harumframt halda Annika Klein og Per Mikkelsen áfram í nevndini. Arni Klein Abrahamsen er tiltakslimur.
Nevndin skipar seg á fyrstkomandi nevndarfundi.
Í ungdómsnevndini sita Per Mikkelsen, Tóra Joensen, Beinir Rasmussen og Bjørg Mikkelsen.
Tá alt hetta var val avgreitt, kundi Kristmund takka fyri ein góðan fund.
Á myndini síggjast frá vinstru: Bogi Kallsberg, Ingi Hansen, Per Mikkelsen, Teitur Reinert Joensen, Malena Jacobsen og Annika Klein.