At vinna fyrsta heimadystin sum landsliðsvenjari er hent lutfalsliga ofta.
Vit hava hugt eftir, hvussu tað hevur gingist hjá landsliðsvenjarum í teirra fyrsta kappingarlandsdysti á heimavølli. Og har er Eyðun Klakstein triði landsliðsvenjarin, sum vinnur í fyrstu royndini á heimavølli í kappingardysti. Páll H. Guðlaugsson vann tiltikna dystin móti Eysturríki, sum tá var leiktur í Landskrona í Svøríki, tí eingin góðkendur vøllur var í Føroyum. Og Håkan Ericson vann 3-2 á Malta í Nations League í 2020.
Fyrsti kappingarheimadystur hjá landsliðsvenjarum:
2020: Håkan Ericson, Føroyar-Malta 3-2
2012: Lars Olsen, Føroyar-Svøríki 1-2
2009: Brian Kerr, Føroyar-Serbia 0-2
2006: Jógvan Martin Olsen, Føroyar-Georgia 0-6
2002: Henrik Larsen, Føroyar-Skotland 2-2
1994: Allan Simonsen, Føroyar-Grikkaland 1-5
1990: Páll H. Guðlaugsson, Føroyar-Eysturríki 1-0