Tað ljóðar, at ein av bestu álopsleikarunum í 2023 kann skifta til B68.
Tað hevur ljóðað, at tað hevur verið stórur eftirspurningur eftir Briani Jakobsen, sum skoraði nógv mál í AB, tá hann kom í gongd. Eftir summarsteðgin taldist hann millum bestu álopsleikararnar í kappingini og tilsamans skoraði hann 11 mál í landskappingini.
Brian segist verða á veg aftur til B36, men nú ljóðar, at B68 er favorittur at ogna sær undirskriftina hjá sterka álopsleikaranum.