HB hava fingið álopsleikara uppá pláss í góðari tíð til 2025.
Tróndur Arge segði í Televarpinum í dag, tá 07 Vestur-KÍ spældu, at norski toppskjúttin hjá 07 Vestur, Emil Grønn Pedersen hevur gjørt sáttmála við HB fyri 2025. 26 ára gamli álopsleikarin hevur skorað 9 mál í ár. Sagt var, at avtalan er gjørd fyri langari tíð síðani.
Í vikuni longdi Jákup Thomsen, ið hevur víst sannførtandi spæl síðstu dystirnar, sáttmálan, so okkurt kundi bent á, at Mikkel Dahl ikki heldur fram í HB.