Tað hevur ljóðað, at summir av royndu leikarunum í B36, ið hava drigist við skaðar, taka gaggurnar fram aftur, Har eru Eli F. Nielsen og Andrias F. Eriksen nevndir. Nú hevur B36 kunngjørt, at Eli F. Nielsen verður partur av beasta liðnum í ár.
B36 skrivar:
Eli Falkvard Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við B36 og verður av tí sama partur av besta mansliðnum í 2025.
Stríðshugaði miðvallarin var ikki í fjør. Hann hevur verið illa darvaður av skaða í hælsinuni. Í vetur hevur hann verið við í fyrireikingunum til komandi kappingarár, og uppvenjingin gongur sum ætlað. Vónað verður, at hann verður førur fyri at spæla við fullari megi í mars.
32 ára gamli vágamaðurin hevur verið drúgvur og trúgvur í B36. Síðan 2014 hevur fótbóltsbústaðurin - við onkrum hissini undantaki - verið í Gundadali, og tað var eisini skjótt, at ágrýtni miðvallarin fekk uppiborna viðurkenning fyri sítt arbeiði. Serliga kringur hevur hann verið at bróta spælið hjá mótstøðuliðnum.
Til lukku við sáttmálanum, Eli, og vit gleða okkum at síggja teg aftur á vøllinum!