KÍ hevur týskvøldið ókenda mótstøðu eins og bæði tey undanfarnu umførini.
Hetta liðið úr Hvítarusslandi, sum eitur Neman, vann steypakappingina í 2024 og endaði á 2. plássi í landskappingini. Í løtuni liggur liðið á 5. plássi við 28 stigum fyri 15 dystir og ein málmun á 23-10. Hesin hópurin hevur hægsta miðalaldurin í Hvítarusslandi við 28,4 ár í miðal. Onkran dyst hevur miðalaldurin á uppstillingini verið 31,1 ár. Virðið á hópinum er 4,73 milliónir evrir. Hetta er áleið tað sama sum finska liðið SJK hevði og væl minni enn Radnicki úr Serbia, sum lá á næstan 12 milliónum evrum.
Venjari síðani 2016
Liðið hevur havt sama venjara síðani 2016. 57 ára gamli Igor Kovalevich úr Hvítarusslandi. Hann spælir oftast eina 4-2-3-1 leikskipan.
Løgin hagtøl
Talan er um eitt lið, sum í landskappingini hevur staðið seg munandi betri á útivølli enn á heimavølli. Fýra av fimm tapum eru komin á heimavølli.
Liðið er væl betri í fyrra hálvleiki (14-5 í málmuni) og skorar lutfalsliga fá mál í seinna hálvleiki (9-5 í málmuni) í 15 dystum.
Nakað av altjóða royndum
Liðið hevur spælt í altjóða fótbólti síðstu trý árini. Liðið hevur sent lið frá Liktinstein, Malta, Armenia og Slovakia út, men hevur tapt móti liðum frá Slovenia og Rumenia.
Pavel Savitskiy
31 ára gamli álopskendi leikarin hevur skorað fýra av teimnum 10 málunum hjá Neman í altjóða fótbólti í summar.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í Conference League 2025 hava: