Víkingur skal nú bara vinna fimm av átta dystum afturat fyri at tryggja sær FM.
Víkingur vann 4-1 á B36 í gjárkvøldið og tá NSÍ samstundis vann 3-2 á HB, so øktist munurin millum nummar eitt og tvey. Nú er niðurteljingin byrjað til FM kann staðfestast hjá Víkingi. Petur Knudsen var enn einaferð stóri leikarin hjá NSÍ, sum fyri fyrstu ferð í ár vann stig móti topp 2. Sigurin hevur stóran týdning, tí nú fór NSÍ átta stig framum B36 og síðstu sjey umførini skal tí ganga heilt galið hjá NSÍ, um 4. plássið skal kiksa. 2. november fæst at vita, um 4. pláss gevur Conference League pláss.