Bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin, men tað endaði 1-1 í fyrsta Nations League dystinum í ár.
Gunnar Vatnhamar fekk høvuðsleiklutin, tí tað var hann sum fekk brotsspark, sum Viljormur Davidsen skoraði uppá og tað var hann sum gjørdi brotssparki, sum Norðurmakedónia javnaði við beint eftir steðgin.
Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini stórar møguleikar at avgera dystin, men 1-1 gjørdist úrslitið og sostatt heldur góða gongdin á heimavølli í Nations League undir Håkan Ericson fram.