Føroyar fingu sítt besta úrslit móti Kekkia hetta síðsta árið og nakað inn í seinna hálvleiki var eitt stórt úrslit á veg.
Men so fekk Kekkia eitt brotsspark, har Odmar Færø var óheppin, tá hann fór í eina glíðandi takling.
Um dystin er at siga, at allan fyrra hálvleik var spæl uppá eitt mál, og tá vóru føroyingar hepnir at ikki koma afturum. Í seinna hálvleiki fingu Føroyar nógv betri tak á dystinum og Kekkia kom nærumn ikki til stórar málmøguleikar. Tí var tað óheppið, at eitt brotsspark eitt sindur burturúr ongum skuldi avgera alt.
Samanlagt eitt úrslit, sum var tað besta móti Kekkia ímun til hinar báðar dystirnar síðsta árið. Men tað gevur framvegis einki og Føroyar hava framvegis 0 stig og 0 mál fyri allar seinnu hálvleikirnar í ár.