Vit síggja eitt greitt mynstur í, hvar feløgini handla fyrstu tíðina eftir kappingina.
Felags fyri allar áleið leikaraflytingarnar til hóparnar í 2025 higartil er, at tað antin eru føroyingar ella leikarar, sum spældu í føroysku kappingini í 2024.
Tað merkir, at vit enn onga tilgongd hava sæð av nýggju útlendingum, sum ikki hava verið í føroyskum fótbólti áður. Hetta er ikki óvæntað, tí spyr man ein ítróttarstjóra, so sigur hann, at november og kanska partvís desember ikki er besta tíðin at handla í. Ein orsøk er, at kappingarnar nógvastaðni enda ella fara í steðg og flytingarvindeyguni lata upp og eru t.d. í Danmark opin fram til 31. januar. Í Svøríki og Norra eru tey opin til síðst í mars ella í apríl. Leikararnir vilja komandi tíðina síggja, hvørji tilboð eru og Føroyar liggja vanliga ikki ovast á listanum hjá leikarum.
Flestu feløgini byrja tíðliga í januar at venja regluliga og fyrstu venjingardystirnir í VFF Kup eru longu 18. januar. Ynskiligt er at hava hópin uppá pláss áðrenn venjingin í januar byrjar, men hetta er ikki altíð møguligt, um ein vil geva sær ein betri møguleika at keypa væl inn.