Føroyska landsliðið framdi eitt fótbóltsbragd á Tórsvølli í kvøld, tá føroyingar vunnu 2-1 á Kekkia.
Føroyar spældu ein góðan dyst frá byrjan til enda. Til tíðir var tað spælið við bólti sum var gott og aðrar tíðir var tað verjuspælið.
Í fyrra hálvleiki kom einki mál, men Kekkia var tvær ferðir nær við móti endanum. Føroyar spældu væl, men tað manglaði tað síðsta, so at málmøguleikar spurdust burturúr.
Í seinna hálvleiki byrjaði Kekkia betri, men føroyska verjan stóð væl. Kekkia bleiv meira álopskent og Føroyar fingu betri pláss til snarálop. Og tað var uppá eitt framúr vælspælt snarálop um miðjan seinna hálvleik, at Føroyar komu á odda. Árni Frederiksberg spældi Jákup B. Andreasen leysan í vinstru, ístaðin fyri at skjóta legði hann bóltin fyri føturnar á Hanusi Sørensen, sum við sera neyvum skoti skoraði og so kíkaði á Tórsvølli. Tað gingu tó bara 11 minuttir, so javnaði Kekkia eftir eitt trýst við innleggum, har kropssterku Kekkarnir vunnu fleiri nærdystir í brotssteiginum. Men síðsta orðið fingu føroyingar. Meinhard E. Olsen revsaði eitt mistak í verjuni hjá Kekkia, har málverjin kom út, trillaði bóltin uppá tvørs og so kundi Martin Agnarsson trilla bóltin í tóma málið.
Kekkia trýsti síðstu løtuna, men kom ikki til nakran stóran málmøguleika, tí føroyska verjuspælið var so gott. 2-1 sigurin á Kekkia fer at standa eftir sum ein varði í føroysku landsliðssøguni og telist millum teir størstu sigrarnir nakrantíð. 12 stig er stigamet í undankapping og fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið tríggjar kappingardystir á rað.