Á páskum var 1. umfar í bestu kvinnudeildini leikt.
NSÍ, Víkingur og KÍ vunnu øll sum væntað, har KÍ hevði avísar trupulleikar móti B36, men vann at enda 2-1.
Talan gjørdist um eitt minniligt umfar fyri FC Hoyvík, tí í fyrstu royndini í bestu deildini eydnaðist FC Hoyvík at vinna 3-0 á útivølli móti TB/FC Suðuroy/Royn. Margreta Lív Olsen gjørdist stóri leikarin, tí hon skoraði øll trý málini.
Úrslitini í 1. umfari:
HB-Víkingur 0-2
NSÍ-Skála 7-0
B36-KÍ 1-2
TB/FC Suðuroy/Royn-FC Hoyvík 0-3