NSÍ fær vitjan av KÍ í toppdystinum í bestu kvinnudeildini.
Fýra umfør eru eftir og KÍ er trý stig frammanfyri NSÍ við einum betri málmuni á 11 mál. Liðini møtast í dag í Runavík og aftur í Klaksvík í síðsta umfarinum. Skal FM-finala verða í síðsta umfarinum, so skal NSÍ helst vinna í dag.
Dysturin byrjar kl. 14.00 og kann síggjast á Rás 1.