Egersunds hevur kunngjørt, at liðið í næstbestu norsku deildini hevur leiga Árna Nóa Atlason frá Víkingi restina av kappingarárinum við møguleika at keypa hann eftir kappingarenda.
Egersunds skrivar, at felagið hevur leingi fylgt 19 ára gamla Árna Nóa og at tey eru glað fyri at hava tryggjað sær eitt av størstu talentunum í føroyskum fótbólti.
Hetta er triði leikarin hjá Víkingi, sum í 2025 fer uttanlands at royna seg. Frammanundan eru Géza Dávid Turi og Poul Kallsberg farnir.