Frakland var í serflokki og vann heili 6-0 í Klaksvík í kvøld.
Føroyska U21-landsliðið kom niður á jørðina við einum braki. Frakland var væl upplagt og frá byrjan var einvegis ferðsla. Frakland var eisini effektivt, tí teir skoraðu uppá tær flestu málroyndirnar. Í hálvleikinum var 3-0, og tað endaði 6-0. Í fyrra hálvleiki kundu Føroyar skorað, men Áki Samuelsen fekk ikki mál uppá brotssparkið. Sum heild var talan um eitt sera væl spælandi franskt lið og føroyingar runnu aftaná nærum allan dystin.
Føroyar spæla aftur týsdagin á Tórsvølli móti Sveis. Føroyar hava níggju stig fyri fýra dystir.