Kvinnuliðið hjá EB/Streymi/Skála hevur fingið nýggjan venjara.
Talan er um ein royndan venjara, tí tað verður Aleksandar Djordjevic, sum kemur at venja felagsliðið í bestu kvinnudeildini. Aleksandar hevur nógvar venjararoyndir frá serliga KÍ-kvinnum, har hann vann nógv meistaraheiti.
EB/Streymur/Skála endaði á 6. plássi í bestu kvinnudeildini í fjør av teimum átta liðunum.