EB/Streymur hevði allar møguleikar til at vinna dystin í Klaksvík, men tók ikki av. Dómaravgerðir hjá danska dómarunum høvdu kanska eisini avgerandi týdning fyri úrslitið.
Fram til 90. minutt var hetta ein vanligur dystur, har støðan var 1-1. Bæði liðini høvdu havt stórar møguleikar at skora til 2-1. KÍ fekk ein leikara útvístan í 62. minutti og móti endanum fekk Jonn Johannessen ein skaða og so spældi KÍ við 9 móti 11 EB/Streymarum.
Seks minuttir vóru lagdir afturat og so bleiv nakað lagt afturat, tí Jonn bleiv skaddur. Og so byrjaði dramatikkurin.
KÍ satsaði alt, og tað gav EB/Streymi stórar møguleikar í hinum endanum, eisini tí at onkrir KÍ-leikarar haltaðu. Í 95. minutti bleiv Jens Erik Bruhn spældur púra leysur. Hann rakar bóltin skeivt, men umvegis Emil W. Joensen endar bólturin í málinum. Hjálpardómarin metti tað til rangstøðu. Útfrá upptøkunum er ikki lætt at verja hesa avgerðina, men kameravinkulin kann kanska heldur ikki staðfesta, at talan var um eitt mistak, so tepurt sum tað var. Løtu seinni fór KÍ í álop og Kristoffer Ødemarksbakken fór um koll. Brotsspark til KÍ. Ein avgerð, sum tað neyvan er semja um. Samband var millum leikararnar, men spurningurin er, um leikarin spælir uppá at blíva feldur. Brotssparkið setti Páll A. Klettskarð í málið. og løtu seinni bríkslaði dómarin av.
EB/Streymur kann mangla hesi stigini
Undir vanligum umstøðum roknar EB/Streymur neyvan við nøkrum sigrum í Klaksvík. Men tá KÍ spælir við broyttari manning millum altjóða dystir, tá er møguleikin nógv størri, sum vit hava sæð ofta. Tá KÍ so fekk leikara útvístan og síðani spældi við 9 leikarum síðstu 6 minuttirnar, har heimaliðið satsaði alt og harvið gav EB/Streym gyltar møguleikar til mótálop, so má EB/Streymur taka av og í minsta lagi fáa ein javnleik. Dómaravgerðirnar vóru ikki við EB/Streymi, men har vóru eisini viðurskifti, sum EB/Streymur skuldi loyst nógv betri. M.a. skuldi bólturin verið skotin í málið, áðrenn hann kom í ’’rangstadda leikaran’’, og so var verjan alt ov illa skipað, tá KÍ sendi ein einfaldan langan bólt fram í síðsta álopinum, ið gav brotsspark. Dysturin hevði helst nógv størri týdning fyri EB/Streym, sum er í einum jøvnum botnstríði, meðan KÍ er so mikið langt frá 1. plássi, at tað er sera ósannlíkt, at KÍ kemur innaftur í FM-stríðið. Fer EB/Streymur at mangla eitt, tvey ella trý stig við kappingarenda, so verður hetta ein av dystunum, sum hugt verður eftir, har liðið skuldi havt fingið meir burturúr.