Tað ljóðar, at KÍ-leikari kann verða áveg til EB/Streym.
Hjá KÍ eru fýra nýggir leikarar komnir til í summar. Samstundis eru fleiri av teimum skaddu leikarunum við at blíva frískir aftur. Tað ger, at møguleiki er fyri, at KÍ-leikarar fara at verða útleigaðir.
Sambært okkara keldum, so er góður møguleiki fyri, at U21-landsliðsleikarin, Jákup N. Vilhelmsen, verður útleigaður frá KÍ til EB/Streym.
Flytingarvindeygað letur aftur 12. juli.