Verjuleikari fer at spæla við EB/Streymi í ár.
Talan er um 21 ára gamla Símun Kalsø, sum sambært okkara upplýsingum verður leigaður til EB/Streym, tí hann hevur enn sáttmála við KÍ. Hann hevur longu verið at sæð til venjing hjá EB/Streymi og gongst sum ætlað, so verður avtala gjørd. Hann var eftir summarsteðgin í 2024 leigaður til ÍF, har hann sambært FaroeSoccer spældi 10 dystir.