EB/Streymur hevur leigað ein ungan miðvallarleikara frá HB.
EB/Streymur skrivar:
Jógvan Elmarsson Ósá til EB/Streym
EB/Streymur og HB hava gjørt eina avtalu, har EB/Streymur leigar Jógvan Elmarsson Ósá restina av árinum.
Jógvan er ein ungur og evnaríkur miðvallari, ið longu hevur leikt 12 dystir fyri besta liðið hjá HB og 70 dystir fyri næstbesta liðið.
Vit ynskja Jógvani hjartaliga vælkomnan til EB/Streym og bestu eydnu í bláum og svørtum!