Norska legendan var viðmerkjari til dystin í gjár.
81 ára gamli Egil Drillo Olsen var landsliðsvenjari hjá Norra í 137 landsdystum. Nú er hann viðmerkjari til landsdystir.
- Eg hugnaði mær í ein hálvan hálvleik. So doyði tað spakuliga út. Tað helt fram í seinna hálvleiki og tað skilji eg ikki. Vit høvdu Føroyar tríggjar-fýra ferðir í ójavnvág, men tað ikki av. Norra kláraði av onkrari orsøk ikki at fullføra dystin. Tað er trupult at greiða frá, hví tað bleiv so vánaligt. Seinni hálvleikur var sera vánaligur.
- Vit møta Føroyum, sum eru í javnvág og har skulu teir hava rós, tí teir vóru góðir. Vit høvdu trupulleikar við at spæla ígjøgnum teir serliga eftir, at tað blivu fleiri og fleiri avleveringar og færri gjøgnumbrot, segði Egil Drillo Olsen m.a. eftir dystin.