logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2027
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Dreymabyrjanin hjá AB heldur fram
Mynd: Finnur Justinussen/FSF

Dreymabyrjanin hjá AB heldur fram

Skrivað : Jákup Ósá | 07-04-2026 11:17

AB vann 2-0 í sínum nýggja leikluti sum favorittur í einum dysti.

AB hevur verið mest óvæntaða liðið fyri mong fyrstu fýra umførini í ár, har uppflytararnir hava níggju stig av 12 møguligum. Tað er bara í javna dystinum í Runavík, at AB ikki hevur fingið fulla úrtøku.

Í heimadystinum móti 07 Vestur í gjár var AB greiður favorittur hjá mongum og tann nýggja leiklutin megnaði AB eisini, hóast leikliga avrikið kanska ikki var so sannførandi sum onkran annan dyst. Undan dystinum bleiv Sjúrður Henriksen valdur til besta leikaran í mars mánað, hóast hann bara spældi tveir av trimum dystum, og hann var annar av málskjúttunum í 2-0 sigrinum á 07 Vestur.

 

AB hevur styrkt seg nógv betri enn Skála

Fyri mong er tað kanska óvæntað, at so stórur munur er á báðum uppflytarunum, tí Skála endaði frammanfyri AB í fjør tó at munurin bara var trý stig umframt ein nógv betri málmun.

Men AB hevur styrkt hópin nógv betri enn Skála og tað er kanska ein av orsøkunum.

Longu á sumri í 2024 fekk AB danskan málverja í Jesper Sørensen. Hann vísti seg at verða ein dugnaligur málverji og fyri onkran viðmerkjara kom tað óvæntað á, at AB megnaði at varðveita hann í vetur. Har gjørdi AB helst skjótt av, tí 14 oktober boðaði felagið frá, at hann hevði gjørt nýggjan tveyára sáttmála. Somuleiðis bleiv eittára sáttmáli gjørdur við danska Luca Thorstensen, sum hevur verið sannførandi vongbakkur síðani hann kom á sumri í 2024.

Undan endaspurtinum í fjør fekk AB tilgongd av Obule Moses úr Nigeria, sum í 2022 var ein av leikarunum, sum FC Midtjylland valdi at fáa í sína ungdómsdeild frá samstarvsfelagi í Nigeria. Og longu frá tí at hann byrjaði at spæla í 18. umfari í fjør, var AB betri enn Skála í úrslitum í 1.deild.

Og so spæla teir bestu lokalu nú aftur við AB. Bjarki Nielsen kom frá B36 fyri einum ári síðani og í vetur kom Ragnar Skála frá Víkingi.

Í vetur kom eisini sterki verjuleikarin Jimmy Abdul frá FC Suðuroy, sum í fjør hevði fingið sínar fyrstu royndir úr bestu deildini, og tí kendi kappingina. Tí er verjuparturin hjá AB blivin enn sterkari og hann lat bara 16 mál inn í fjør í 1.deild og hevur bara latið mál inn í einum av fýra dystum í ár, sum var í Runavík móti NSÍ.

Tann fimti útlendingurin kom til stutt áðrenn flytingarvindeyga stongdi og hann hevur ikki spælt tað stóra enn, men hinir fýra hava allir lyklaleiklutir. Afturat hesum eru eisini leikarar sum Brian Jakobsen (á sumri í fjør) og Páll Eirik Djurhuus, sum vóru dotnir niður ímillum í øðrum feløgum, komnir og hava passað væl inn og gjørt mun.

Skála hevur ikki styrkt seg á sama hátt, kanska av fíggjarligum orsøkum, og tað sæst, nú níggju stig eru millum uppflytararnar eftir fýra umfør.

 

Share

Nýggjastu tíðindir

TB hevur sett venjaratoymið til írestandi dystir
TB hevur sett venjaratoymið til írestandi dystir
Uppleggskongurin hjá AB er fáorðaður um 2027
Uppleggskongurin hjá AB er fáorðaður um 2027
Hesir døma 24. umfar
Hesir døma 24. umfar
Hesir 10 hava leikbann komandi umfar
Hesir 10 hava leikbann komandi umfar
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 24. umfari
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 24. umfari
NSÍ-venjarin: Ongar samráðingar um 2027 hava verið enn
NSÍ-venjarin: Ongar samráðingar um 2027 hava verið enn
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Tað vendi skjótt í Kasakstan
Tað vendi skjótt í Kasakstan
Kasakstan við átta broytingum móti Føroyum?
Kasakstan við átta broytingum móti Føroyum?
Úrslitið í Kasakstan verður avgerandi
Úrslitið í Kasakstan verður avgerandi
Hagtølini frá fyrstu trimum dystunum
Hagtølini frá fyrstu trimum dystunum
Venjingardystir: Málríkt í Klaksvík og stórsigur til HB
Venjingardystir: Málríkt í Klaksvík og stórsigur til HB
KÍ vann FM
KÍ vann FM
Stóra gjøgnumbrotið hjá nýggju samansetingini
Stóra gjøgnumbrotið hjá nýggju samansetingini
Nú kemur torførasti heimadysturin
Nú kemur torførasti heimadysturin
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Føroyingar bara javna
Føroyingar bara javna
Ósamdir um Aron skuldi spælt móti Kasakstan
Ósamdir um Aron skuldi spælt móti Kasakstan
KÍ kann vinna FM leygardagin
KÍ kann vinna FM leygardagin
Átta av 11 spæla uttanlands
Átta av 11 spæla uttanlands

Stigatalvan 2026

1. NSÍ48 stig
2. KÍ45 stig
3. HB41 stig
5. B3635 stig
4. Víkingur35 stig
6. EB/Streymur26 stig
7. AB24 stig
8. Skála23 stig
9. 07 Vestur19 stig
10. B6817 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ11 mál
Loïck LespinasseB689 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Árni FrederiksbergKÍ8 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ17 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB10 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ9 upplegg
Mathias VossHB8 upplegg
Dan í SoyluHB8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ25 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ18 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 23. umfar

NSÍ17 mál
KÍ17 mál
Skála14 mál
EB/Streymur11 mál
Víkingur11 mál
B6811 mál
AB10 mál
B369 mál
HB9 mál
07 Vestur6 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ7 mál
NSÍ8 mál
Víkingur11 mál
B36 11 mál
07 Vestur12 mál
AB12 mál
EB/Streymur12 mál
Skála13 mál
HB13 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB36 mál
NSÍ30 mál
KÍ28 mál
B3624 mál
Víkingur23 mál
AB21 mál
EB/Streymur19 mál
07 Vestur15 mál
B6813 mál
Skála11 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

Víkingur14 mál
KÍ14 mál
HB15 mál
B3615 mál
NSÍ17 mál
EB/Streymur23 mál
AB26 mál
Skála23 mál
07 Vestur25 mál
B6829 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ52 stig
2. HB44 stig
3. Víkingur30 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur20 stig
2. B3618 stig
3. ÍF7 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+13 mál
Julia Naomi MortensenHB11+5 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+1 mál
Sólja ErnstsdóttirKÍ8+1 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026