Tríggir av dystinum høvdu spenning og dramatikk fyri allar pengarnar.
HB og NSÍ greiddu sína skyldu við stórsigrum á útivølli og tykjast sum formsterkastu liðini í løtuni. Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál og hevur nú skorað 26 mál, eitt mál minni enn metið hjá Mikkel Dahl. Hinir tríggir dystirnir endaðu allir við javnleiki.
Í Gundadali var B36 betra í fyrra hálvleiki og kom á odda, men Víkingur var nógv betri fyrstu løtuna av seinna hálvleiki og fekk javnað. Longu í 55. minutti fekk Ragnar Samuelsen seinna gula kortið og so var mótbrekka hjá B36. Men B36 stóð seg væl og síðsta hálva tíman var B36 fleiri ferðir nær við at skora. Tgað var Víkingur eisini og einu ferðina bjargaði Víkingur, tá bólturin frá Jákupi Johansen var áveg í málið. Ein sera undirhaldandi seinni hálvleikur, har liðini góvu alt fyri at vinna.
Í Trongisvági var TB tvær ferðir á odda, men FC Suðuroy kom aftur og fyrrverandi TB-leikarin Olivur Thomsen fekk síðsta orðið, tá hann javnaði í 81. minutti. Bæði liðini góvu alt og áskoðararnir fingu nógv undirhald fyri pengarnar.
Á Svangaskarði bleiv B68 fyrsta liðið í botn 5 í ár, sum fekk stig móti topp 3. Tað sá út til at blíva trý stig, tá B68 var á odda 2-0 og spældi 11 móti 10 í fyrra hálvleiki. Men beint áðrenn hálvleik fekk B68-leikarin beinleiðis reytt kort og tað revsaði KÍ. B68 hevur leigað Jóhan Josephsen frá KÍ og hann skoraði tvey mál. KÍ fekk javnað í 86. minutti og skal nú bara vinna ein dyst afturat fyri at hava tryggja sær FM 2025.
Úrslitini í dag:
B68-KÍ 3-3
TB-FC Suðuroy 2-2
B36-Víkingur 1-1
07 Vestur-NSÍ 1-5
EB/Streymur-HB 0-4