KÍ vann ein uppibornan sigur í stórsteypadystinum.
Bara eitt mál kom, og tað skoraði Filip Brattbakk eftir hornasparksstøðu. KÍ var betra liðið móti einum HB-liði, sum manglaði fleiri álopsleikarar og sum sjáldan hótti KÍ, sum kanska heldur óvæntað spældi í eini 5-2-3 leikskipan.
Hetta er fjórðu ferð, at KÍ vinnur stórsteypið.