Tá HB spældi venjingardyst móti B36 í gjár, so var danskur álopsleikari partur av HB-hópinum.
Á FaroeSoccer síggja vit, at Mikkel Hyllegaard var á bonkinum og kom á vøllin. Hann er ein 25 ára gamal álopsleikari, sum hevur sáttmála við SønderjyskE. Fyrra part av 2024 var hann útleigaður til Middelfart. Har er skrásettur fyri 21 dystir og tvey mál í Superliguni og hesir dystir liggja afturi í 2020 og 2021. Síðani tá hevur hann havt onkran langtíðarskaða.
B36 vann dystin 1-0 við máli frá Hannes Agnarsson.