Daniel Johansen heldur fram í donskum fótbólti.
Hillerød í næstbestu donsku deildini boðar frá, at Daniel Johansen hevur gjørt sáttmála við felagið fram til 2027. Tað var í fjør summar, at Daniel skifti til Thisted, men nú skiftir hann til Hillerød í næstbestu donsku deildini. Har spæla Adrian Justinussen og Sebastian Pingel frammanundan. Teir hava báðir áður verið liðfelagar hjá Daniel.