NSÍ hevur styrkt um verjupartin við miðverja, sum vit kenna úr føroyskum fótbólti. Tað boðar NSÍ frá í dag.
Daniel Obbekjær var ein lyklaleikari í miðverjuni hjá 07 Vestur í 2022 og 2023. Í 2024 skifti hann til íslendska felagið Breiðablik. Breiðablik vann meistaraheitið í fjør og liggur í løtuni á 2. plássi. Tíðin hjá Obbekjær í Breiðablik hevur verið merkt av, at hann hevur fingið avmarkaða spælitíð. Í fjør spældi hann 10 dystir og higartil í ár hevur hann spælt 11 dystir, nærum allar í ár sum innskiftari.
Sáttmálin millum Daniel Obbekjær og NSÍ er galdandi fram til og við 2026.