Tað verður ein royndur dómari úr Estlandi, sum skal døma Føroyar-Kroatia.
44 ára gamli Kristo Tohver hevur dømt tveir altjóða dystir í summar. Har gav hann seks og fimm gul kort og í eina dystinum eitt brotsspark. Jóannes Bjartalíð veit hvør hann er, tí hann dømdi Fredrikstad-Crystal Palace. Talan er um sera royndan dómara, eisini í altjóða fótbólti. Í heimligu kappingini í Estlandi hevur hann sambært Transfermarkt dømt 451 dystir.