Nú er greitt, hvør skal døma seinnu dystirnar í 2. umfari í Conference League.
34 ára gamli Robert Hennessy úr Írlandi skal døma Brøndby-HB. Hann hevur dømt altjóða fótbólt í nøkur ár. Í 2018 dømdi hann Víking-HJK Helsinki, har HJK vann 2-1 í Føroyum. Hann hevur dømt ein altjóða dyst í summar, har hann gav fýra gul kort.
34 ára gamli Roman Jitari úr Moldova skal døma dystin í Klaksvík. Hann er skrásettur fyri tveir dystir í summar, annan í altjóða kapping, og hann hevur givið tilsamans 11 gul kort og trý brotsspørk hesar báðar dystirnar.
Stuðlað umrøðuni av HB í Conference League 2025 hava:
Málarameistararnir Falkenberg