Føroyingurin í Torino fær spælitíð á einum av bestu liðunum í U17-kappingini í Italia.
17 ára gamli Dávid Reynheim skifti til Torino í 2024. Hann hevur spælt á U17-liðnum og hevur skorað nøkur mál.
Liðið hevur staðið seg væl og kom við í endaspælið við at enda á 2. plássi í bólkinum, aftanfyri Juventus. Í fjórðingsfinaluni vann liðið samanlagt yvir tveir dystir móti Inter, har Dávid byrjaði inni annan dystin og kom inn hin. Í gjár megnaði liðið at vinna 2-1 móti Udinese, har Dávid spældi hálvan tíma, og í morgin er finalan móti AC Milan. Dávid fekk ein skaða í fjórðingsfinaluni, men fekk spælt í hálvfinaluni og vónað verður, at hann megnar tað sama í finaluni.
Finalan verður leikt í morgin kl. 19.00.