Í Fótbóltsprátinum hesaferð viðgjørdu teir serliga støðuna hjá KÍ ímun til lokalar leikarar. Í vikuskiftinum kom fram á Norðlýsinum, at Dávid B. Andreasen, ið hevur staðið seg væl tær fáu løturnar hann hevir fingið á besta liðnum, er givin á besta liðnum. Hann er ein lokalur leikari, sum stórt sæð ikki hevur spælt dystir í ár hvørki á besta ella næstbesta liðnum. Eini viðmerkjarin helt, at hann átti at fingið nógv meira spælitíð, í øllum førum móti botn 5 liðum. Hoyr sendingina HER