ÍF hevur sett nýggjan venjara til m.a. næstbesta liðið.
ÍF skrivar:
Høvuðsvenjari til næstbesta og U21 liðini funnin!
Avtala er gjørd millum ÍF og Christian Høgna Jacobsen um at vera høvuðsvenjari hjá næstbesta og U21 liðunum hjá ÍF. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024.
Christian Høgni er ein kendur maður í føroyskum fótbólti. Gamli málrevurin úr Runavík, við nógvum dystum og málum í bestu deildini, hevur seinastu árini verið venjari hjá ymiskum liðnum hjá NSÍ. Men nú er avtala komin í lag og verður Christian Høgni venjari í Fuglafirði í ár. Christian Høgni er eisini í gongd við at taka A-venjaraprógv.
Vit í ÍF ynskja Christani Høgna hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ynskja honum góða eydnu!