Starvsnevndin fær tilmæli fyrst í komandi viku.
Í KVF í dag var samrøða við FSF-forsetan Christian F. Andreasen um landsliðsvenjaraspurningin. Tað nýggja sum kom fram var, at tað nú eru tríggir venjarar eftir og at starvsnevndin fær tilmæli í morgin ella týsdagin. Ein føroyingur er millum hesar tríggjar og fyrr í vikuni skrivaði KVF, at tað bara eru menn, sum eru uppá tal. Tá skrivaði KVF, at fimm venjarar vóru uppá tal.
Bolt.fo hevur fyrr skrivað, at Jakob Michelsen, Leif Gunnar Smerud og Eyðun Klakstein hava verið uppá tal. Sambært okkara upplýsingum, so bendur alt á, at Eyðun er føroyingurin, sum er ein av teimum trimum, sum nú eru eftir og helst er Jakob Michelsen ein av hinum báðum. Hvør tann triði er er torførari at meta um. Tað kann verða Leif Gunnar Smerud, men tað kann eisini verða ein, sum ongantíð er nevndur alment og sum FSF hevur havt samráðingar við uttan, at miðlarnir hava fingið tað við.
Nú verða tað starvsnevndarlimirnir Christian F. Andreasen, Róin Schrøter, Anja Rein, Maria J. Joensen, Rúni Herup Olsen, Fríðin Ziskason og Heri á Rógvi, sum sambært viðtøkunum skulu taka støðu til, hvør skal verða landsliðsvenjari komandi árini. FSF-forsetin væntaði, at tað ganga ein ella tvær vikur til starvsnevndin hevur tikið endaliga avgerð.
.