Forsetin í FSF sigur, at enn er eingin avgerð tikin um landsliðsvenjaran, men at tað verður heilt skjótt sum hann málber seg.
Christian F. Andreasen sigur, at málið um landsliðsvenjaran liggur hjá starvsnevndini. Tað hevur ljóðað, at starvsnevndin hevur havt nógv fundarvirksemi síðstu dagarnar, og hann váttar, at fundir hava verið.
- Vit eru komnir heilt nær eini avgerð, men einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt og enn er einki avgjørt, sigur Christian F. Andreasen í kvøld.
Hann vil ikki svara, um tað eru tveir ella tríggir venjarar, sum eru eftir, men váttar, at føroyska loysnin, sum eftir okkara upplýsingum er Eyðun Klakstein, framvegis er uppá tal.
Hann væntar, at tað verður heilt skjótt og í øllum førum í hesi vikuni, at landsliðsvenjarin verður kunngjørdur. At tað dregur út kundi bent á, at ósemja er í starvsnevndini um, hvør skal setast, men tað hava vit ikki fingið váttað.
Sum vit hava skrivað fleiri ferðir fyrr, so siga okkara upplýsingar, at tað eru Leif Gunnar Smerud, Eyðun Klakstein og Jakob Michelsen, sum hava verið uppá tal. Jakob hevur tað ímóti sær, at hann kostar nakað at keypa leysur úr Hamkam og tað ger, at hann kanska er úti av myndini. Havast skal eisini í huga, at FSF skal gjalda áleið eina millión í løn til Håkan Ericson fyri 2025. Tí er meira sannlíkt, at tað stendur millum Leif Gunnar Smerud og Eyðun Klakstein.