Liðini fáa meir dystarvenjing, men kunnu eisini fara at merkja møði.
At spæla fleiri dystir um vikuna tíðliga í kappingarárinum kann verða avbjóðandi, men hinvegin er tað eisini avbjóðandi at verða uttan dystarvenjing. At spæla dyst fýra dagar undan altjóða dysti kann eisini ávirka orkuna. Men tað er torført at meta um frammanundan, um hetta er ein fyrimunur ella vansi fyri føroysku liðini.
Brøndby skal spæla á útivølli móti FC Nordsjælland sunnudagin kl. 17.00. Hetta er annað umfar í landskappingini. FC Nordsjælland spælir á kunstgrasi, og tí hevði Brøndby eina venjing á Tórsvølli dagin eftir dystin móti HB. Bæði liðini vunnu í 1. umfari.
Í Serbia skal Radnicki 1923 spæla sín fyrsta landskappingardyst sunnukvøldið kl. 19.00 á heimavølli móti Zeleznicar Pancevo. Hetta liðið tapti 1-0 á heimavølli móti Partizan í 1. umfari. Sum vit hava skilt tað, so er tað skipað so í Serbia, at liðini sum spæla altjóða dystir hava eitt ’’wildcard’’, sum merkir, at tey sleppa at velja sjálvi í hægsta lagi ein dyst, sum tey fáa útsettan fyri at betra um fyrireikingarnar til altjóða dystir. Radnicki 1923 valdi sín í 1. umfari sum tað einasta av teimum fýra liðunum úr Serbia, sum spældi altjóða dystir.
Brøndby-HB spæla kl. 18.30 og KÍ-Radnicki 1923 spæla kl. 19.45 hóskvøldið.
Stuðlað umrøðuni av HB í Conference League 2025 hava:
Málarameistararnir Falkenberg