Hjá liðunum sum liggja í niðaru hálvu hevur ein leikari hjá EB/Streymi skarað framúr.
EB/Streymur vann óvæntað 2-1 í Gundadali á B36. Bæði málini skoraði Boubacar Dabo. Hann hevur nú skorað fimm mál og lagt upp til eitt fyrstu nýggju umførini. Hann skarar framúr hjá liðunum í niðaru hálvu, tí tað er bara í KÍ og NSÍ, at leikarar hava fleiri málstig. Ein kann tí kanska grundgeva fyri, at Dabo hevur verið besti álopskendi leikarin uttanfyri topp 2 higartil í ár.
EB/Streymur hevur vunnið hesi 10 stigini í ár:
2-0 móti FC Suðuroy (Dabo skorað fyrsta málið)
2-2 móti TB (Dabo lagt upp útjavnandi 2-2 málið)
1-0 móti B68 (Dabo skorað málið)
2-1 móti B36 (Dabo skorað bæði málini)