Vinnarin av dystinum í Vági heldur sannlíkt summarfrí omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Í morgin kl. 15.00 fær FC Suðuroy vitjan av 07 Vestur. Undan dystinum liggur 07 Vestur á 8. plássi við sjey stigum, meðan FC Suðuroy liggur aftast við seks stigum. TB á 9. plássi hevur dyst móti NSÍ, so har væntast TB í øllum førum á pappírinum at tapa.
Tí er sannlíkt, at vinnarin av dystinum í Vági heldur summarfrí omanfyri strikuna. Bæði liðini hava havt eitt avbjóðandi kappingarár. FC Suðuroy sum væntað, men 07 Vestur meira óvæntað fyri mong. Hyggur ein eftir hópunum, so tolir FC Suðuroy helst betri eina niðurflyting enn 07 Vestur, men stigatalvan sigur, at tað er nærum eingin munur á hesum liðunum fyrsu 15 umførini.
Tá liðini møttust í Sørvági vann FC Suðuroy, men síðani tá hevur FC Suðuroy tapt 10 dystir á rað. 07 Vestur hevur skift venjara fyrr í ár, men hevur tapt fýra teir síðstu dystirnar. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava torførar dystir aftaná hendan, so tí hevur hann stóran týdning fyri botnstríðið.