Tey bæði aftastu liðini bresta saman í botndysti á Skála, har vinnarin fer uppum niðurflytingarstrikuna.
07 Vestur liggur aftast við sjey stigum, meðan Skála liggur næstaftast, somuleiðis við sjey stigum. Á 8. plássi liggur EB/Streymur við níggju stigum.
07 Vestur hevur vunnið tríggjar dystir í ár, um vit telja steypakappingina við. Harav tveir móti júst Skála. Báðar 1-0 á heimavølli, har annar var í steypakappingini. Tískil hevur 07 Vestur mentala fyrimunin.
Skála hevur hinvegin fyrimunin av heimavølli, umframt at smali 07 Vestur-hópurin hevur tvey leikbann. Jónas Prior og Lucas Gardar byrjaðu báðir inni seinast, men fingu síni gul kort nummar fýra og kunnu tí ikki spæla.
Dysturin á Skála byrjar kl. 18.30.