Hesaferð ringdu vit til Agnar Prestá, sum hevur nógvar venjararoyndir og eisini hevur skrivað um føroyskan fótbólt í fleiri ár.
Trý evni vóru í bolt poddinum hesaferð.
1. Flytingarvindeygað við denti á leikararnar Dan í Soylu, Géza Dávid Turi og Magnus Holm Jacobsen
2. Ársins leikara tiltakið við denti á, at altjóða dystirnir ikki telja við umframt, hvussu man velir ársins venjara og hvørji eru bestu boðini uppá ársins leikara.
3. A-landsliðið við denti á m.a. harða kritikkin í løtuni, um hagtøl og um hvørjir leikarar kundu verið í hópinum, men sum ikki blivu úttiknir hesaferð.
Hoyr poddin niðanfyri.