Byrjaði inni fyri 2.deild leygardag og í kappingini um løgmanssteypið mánakvøld.
Í síðstu viku skrivaðu vit um Ahmed Latif hjá KÍ, sum byrjaði inni tveir dystir sama leikumfar, sum ikki er loyvt sambært kappingareglunum. Men tað var eisini ein annar leikari, sum gjørdi tað sama. Tað var Bjartmar Holm hjá FC Suðuroy, sum er 25 ára gamal. Hann byrjaði inni 5. apríl, tá FC Suðuroy í 2.deild tapti 4-2 á heimavølli móti HB og hann byrjaði inni mánakvøldið 7. apríl, tá FC Suðuroy tapti 1-0 í kappingini um løgmanssteypið móti AB á Argjum. Sostatt hevur FC Suðuroy einki ítróttarligt at stúra fyri, tí liðið tapti báðar dystirnar óansæð.
Kappingarreglarnir siga:
Grein 8
Leikari, sum hevur luttikið í landskappingini í eini deild, kann ikki luttaka í landskappingardysti í eini lægri deild, uttan at felag hansara í millumbilinum ella sama dag, hevur leikt landskappingardyst- ella steypadyst, sum hesin ikki luttók í, í hægru deildini, hóast viðkomandi leikari lógliga kundi luttaka. Tá felag leikar í fleiri deildum, roknast hægsta deildin at hava leikt fyrst.
Stk. 2. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó stk. 3 og 4. Tó er loyvt leikara í lægri vaksnamannadeild, at verða eykaleikari í hægri vaksnamannadeild sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.
Stk. 3. Leikari sum ikki er fyltur 21 ár 1. januar í kappingarárinum, kann leika tveir dystir sama leikdag, tó er ikki loyvt leikara, sum byrjar inni í Meistaradeildini, at leika við U21 sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.
Stk. 4. Fríggjadagur, leygardagur, sunnudagur og mánadagur verða roknaðir sum ein leikdagur, eins og týsdagur, mikudagur og hósdagur verða roknaðir sum ein leikdagur.
Stk. 5. Ein leikari kann í mesta lagi umboða eitt felag í somu steypakapping sama ár.
Stk. 6. Luttekur felag við meira enn einum liði í somu deild, verður flyting av leikara at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild. Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.
Stk.7. Ásetingarnar í hesi grein fevna eisini um eykaleikara, sum kemur inn í dysti. Eykaleikari, sum ikki kemur inn í dysti, verður ikki roknaður at hava leikt dyst.
Grein 9
Leikari kann ikki flyta frá hægri til lægri deild eftir at fjórðseinasti dystur er leiktur í lægri deildini kappingarárinum. Hetta umfatar ikki leikarar, sum koma undir grein 8, stk. 3 Tó er loyvt leikara, sum í kappingarárinum hevur leikt í mesta lagi 3 dystir í hægri deildini, at flyta niður í lægri deildina í hesum dystum samsvarandi ásetingunum í grein 8.