Heru eru leikararnir, sum fingu best karakter í mars mánað.
Í hesum er dysturin Víkiingur-HB taldur við, sum var leiktur 1. apríl.
Hjá Sofascore var eingin ivi um, at Árni Frederiksberg hjá KÍ var besti leikarin í mars mánað. Hann fekk ein miðal karakter á 8,5. Nummar tvey var Sjúrður Henriksen hjá AB við miðalkarakterinum 7,85. Hann spældi tó bara tveir av teimum trimum dystunum. Á 3. plássi kom Simon Jørgensen hjá Skála við miðalkarakterinum 7,7.