TB hevur fingið tilgongd.
TB skrivar:
Omar Sheik og Ali Sheik spæla við TB í ár.
Vit gleðast um tilgongdina av beiggjunum, tí teir hava víst seinastu tveir venjingardystirnar, at hava góðar tekniskar førleikar. Eisini hava teir massar av fart í beininum. Báðir skoraðu teir í 3-3 javnleikinum móti FC Hoyvík í vikuskiftinum.
Omar Sheik (til vinstru á myndini) er 18 ára gamal og er vongspælari.
Ali Sheik (til høgru á myndini) er 19 ára gamal og spælur mitt á miðvøllinum.
Báðir eru teir uppvaksnir í Kolding í Danmark, og hava spælt á U19 liðnum hjá Kolding.
Vælkomnir Omar og Ali
Leygardagin er tað alvor. Tá spæla vit fyrsta landskappingardystin í ár. Dysturin er móti NSÍ II við Stórá.